Handilstreytir
Tann Grøna Matveitingin
Gríms Kambans gøta 4
FO-100 Tórshavn
Føroyar
Teldupostur: tgm@tgm.fo
Telefon: +298 278822
Heimasíða: tgm.fo
V-tal: 679615
1. Bílegging á tgm.fo
Keypasáttmálin við Tann Grøna Matveitingin er ikki bindandi, fyrr enn tú hevur móttikið eina bíleggingarváttan frá Tann Grøna Matveitingini.
2. Prísir
25% MVG er íroknað øllum prísunum.
Prísirnir eru í donskum krónum (DKK), um einki annað er upplýst. Prísirnir eru bert galdandi í Føroyum.
Fyrivarni verður tikið fyri:
-
Kursbroytingum
-
Force majeure
-
Veitingarfeilum
-
Avgjaldsbroytingum
-
Útseldum vørum og tøppifeilum
3. Søla generelt
Tann upplýsti prísurin á bíleggingartíðspunktinum er tann galdandi prísurin.
4. Veiting
Fyrivarni verður tikið fyri útseldum vørum og seinkingum í veiting frá okkara veitarum.
5. Útkoyring
Veitingartíðin fyri útkoyring er vanliga 10–25 minuttir, sum skulu leggjast afturat vanligu veitingartíðini.
Prísurin fyri útkoyring kann vera treytaður av strekkinum og verður lagdur omaná prísin fyri vørurnar.
Avgreiðslugjald fyri útkoyring er 10 DKK.
Koyrt verður út í Tórshavn, Argjum, Hoyvík og Hvítanesi.
6. Striking av bílegging
Ynskir tú at strika eina bílegging, skalt tú seta teg beinleiðis í samband við Tann Grøna Matveitingina umvegis telefon.
Er framleiðslan av bíleggingini byrjað, kann Tann Grøna Matveitingin krevja fult gjald fyri bíleggingina.
7. Gjalding
Tann Grøna Matveitingin bjóðar hesar online gjaldingarmøguleikar:
-
Visa
-
Visa/Dankort
-
Visa Electron
-
MasterCard
-
JCB
-
Maestro
Upphæddin verður trekt av kortinum, tá bíleggingin verður avheintað ella avhendað, tó í seinasta lagi 30 dagar eftir, at gjaldingin er framd.
8. Ert tú í iva?
Um tú hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Teldupostur:tgm@tgm.fo
Telefon:+298 278822
9. Iðranarrættur
Sambært galdandi reglum er eingin iðranarrættur á matvørum.
Persóndatapolitikkur
Almenn kunning
Við hesum persóndatapolitikkinum vilja vit upplýsa, hvussu Tann Grøna Matveitingin viðger tínar persónsupplýsingar.
Niðanfyri greiða vit frá, hvørjar upplýsingar vit viðgera, hví vit gera tað, og hvørji rættindi tú hevur.
Persónsupplýsingar
Tann Grøna Matveitingin viðger upplýsingar um teg í samband við keyp av okkara vørum og tænastum.
Vanliga verða hesar upplýsingar heintaðar:
-
Navn
-
Bústaður
-
Kontaktupplýsingar
-
Gjaldsupplýsingar
Endamálið er at kunna avgreiða bílegging, veiting og gjalding.
Í samband við fakturering kunnu neyðugar upplýsingar verða latnar teimum pørtum, sum eru knýttir at gjaldingini, eitt nú peningastovnum og gjaldskortveitarum.
Upplýsingarnar verða viðgjørdar í samband við hvørja einstaka bílegging og verða goymdar í okkara fíggjar- og bíleggingarskipan í 5 ár sambært galdandi lóggávu. Endamálið er m.a. at tryggja kundatænastu, bókhald, endurgjaldskrøv, umvælingar og umbíleggingar.
Cookies
Heimasíðan hjá Tann Grøna Matveitingini brúkar cookies, sum m.a. skráseta IP-adressu, leitisøgu og líknandi upplýsingar fyri at betra um brúkaraupplivingina og greina ferðsluna á síðuni.
Tú kanst altíð velja cookies frá og sletta tær cookies, sum longu eru goymdar í tínari eind.
Vit vísa til okkara cookiepolitikk á heimasíðuni.
Útkoyring
Í samband við útkoyring kann Tann Grøna Matveitingin lata neyðugar upplýsingar til triðjapart, so sum:
-
Navn
-
Adressu
-
Kontaktupplýsingar
-
Innihald í bíleggingini
-
Aðrar neyðugar upplýsingar
Hetta verður bert gjørt í tann mun, tað er neyðugt fyri at kunna avgreiða veitingina.
Sosialir miðlar
Tá tú vitjar okkara síður á sosialum miðlum, kunnu upplýsingar verða heintaðar, viðgjørdar og víðarigivnar av teimum sosialu miðlunum.
Hetta kemst av, at sosialu miðlarnir (t.d. Facebook, Instagram og LinkedIn) nýta cookies og egna dátaviðgerð.
Persónsupplýsingar kunnu verða brúktar til:
-
persónstillagaðar lýsingar
-
greining
-
hagtøl
-
betri kundauppliving
Tann Grøna Matveitingin fær einans hagtøl í anonymiseraðum formi og hevur ikki ávirkan á cookie- ella persóndatapolitikkin hjá teimum sosialu miðlunum.
Tíni rættindi
Tú hevur rætt til:
-
at fáa innlit í tínar upplýsingar
-
at fáa rangar upplýsingar rættaðar
-
at fáa tínar upplýsingar útflýggjaðar í lesiligum formati
-
at fáa viðgerðina avmarkaða
-
at fáa upplýsingar strikaðar, har lóggávan loyvir tí
Um tú ynskir at gera brúk av hesum rættindum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Kontaktupplýsingar
Tann Grøna Matveitingin
Gríms Kambans gøta 4
FO-100 Tórshavn
Føroyar
Telefon: +298 278822
Teldupostur: tgm@tgm.fo
V-tal: 679615
Klagur
Hevur tú atfinningar við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, kanst tú venda tær til Dátaeftirlitið.
Dátaeftirlitið
Tinganes
Postboks 300
FO-110 Tórshavn
Telefon: (+298) 309100
Teldupostur: dat@dat.fo
