Ferskt plantabasert matur
Vika · 2026

Burðardyggur og grønur
matur í Føroyum

Tann Grøna Matveitingin framleiðir og selur burðardyggar máltíðir hvønn dag – gott fyri teg og gott fyri umhvørvið.

Hvørju eru vit?

Ein grønari leið

Tann Grøna Matveitingin er ein føroyskur environmental impact kitchen, sum arbeiðir fyri at eggja almennu føroysku køkarnar í ein grønari og meira burðardyggan rætning.

Frískur matur. Einfalt val.

Vit framleiða og selja máltíðir hvønn dag, samstundis sum vit menna og royna nýggjar loysnir til burðardyggar matarskipanir í Føroyum.

Málið er at gera tað lættari hjá fólki, stovnum og fyritøkum at velja grønt, heilsugott og burðardygt.

Grøn máltíð

Grønt

Plantubaseraðar máltíðir við fokus á smakk, góðsku og einfaldleika.

Burðardygt

Vit arbeiða fyri at minka matarsvinn og stuðla betri matarskipanum.

Vikumatskrá

Nýggjar máltíðir hvørja viku, klárar at bíleggja á netinum.

Lokalt

Vit halda til í Tórshavn og arbeiða við føroyskum loysnum.

100%

Plantubaserað

5

Nýggjar máltíðir hvørja viku

50–100 kr

Pr. máltíð

CO₂-minda framleiðsla

Vikumatskrá

Fimm ymiskir rættir hvørja viku

Vel tað, tú ynskir, legg í kurv, og avgreið bíleggingina trygt og einfalt. Tú kanst heinta matin, ella velja at fáa matin koyrdan út.

Dagsins rættur

Annað

Dagsins rættur

Heilkorns reyðrótburgari

Mánadagur

Við Tjørnuvíkarosti og salati frá Spírum & Sporðum

Prísur50kr.

Marokkansk grýta

Týsdagur

Við kikertum og matbreyð

Prísur50kr.

Enchiladas

Mikudagur

Við salati frá Spírum & Sporum

Prísur50kr.

Falafúlskál

Hósdagur

Við hummus, tabbouleh og salati

Prísur50kr.

Línsu dellir

Fríggjadagur

Við kremutum eplasalati úr drenaðum jogurti og frískum salati

Prísur50kr.

Annað

Kili sós

Prísur50kr.

Frystir Falaflar

1 kg.

Prísur250kr.

Visjón & Misjón

Hví vit gera tað, vit gera

“At skapa burðardyggar, føroyskar matarskipanir, har staðbundin rávøra og grønar máltíðir eru ein natúrligur partur av samfelagnum.”

Burðardyggur matur

Okkara dreymur

Vit síggja fyri okkum einar Føroyar, har tað er einfalt og natúrligt at velja grønar máltíðir. Ikki tí tað er ein trendur, men tí tað er gott – fyri teg, fyri samfelagið og fyri jørðina.

Hvat gera vit, fyri at røkka dreyminum?

Vit framleiða og selja grønar og burðardyggar máltíðir, samstundis sum vit menna og vísa praktiskar og lættar loysnir til grønari matarskipanir í Føroyum.

Til fyritøkur

Fyritøkubílegging

Hevur tú eina fyritøku, og ynskir tú at bjóða tínum starvsfólkum heilsugóðar máltíðir? Vit bjóða eina loysn til fyritøkur, stovnar og bólkar, sum vilja bíleggja sunnar og grønar máltíðir á ein einfaldan hátt.

Ljóðar hetta áhugavert?

Set teg í samband við okkum, ella skráset tína fyritøku, so finna vit eina loysn til tørvin hjá tykkum.

Skráset fyritøku →

Samband

Vit halda til mitt í Tórshavn

Hevur tú spurningar um máltíðir, bílegging ella samstarv? Send okkum eini boð ella ring til okkum.

✉️

Teldupostur

tgm@tgm.fo

📞

Telefon

(+298) 27 88 22

📍

Adressa

Gríms Kambans gøta 4
100 Tórshavn